VIT KUNNU BJÓÐA

Toymið í Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn stendur klárt til at hjálpa tær við óheftari ráðgeving innan øll øki, sum hava týdning fyri tín fund. Um tað snýr seg um eina størri ráðstevnu, eru vit eisini klár at hjálpa til við at bjóða uppá ráðstevnuna, gjøgnum samráðingarnar um ráðstevnuna og til ein góðan vertsskap.

Til at stuðla undir hesum hevur Visit Faroe Islands ráðgeving um fylgjandi:

  • Marknaðarføringstilfar og kunning um Føroyar sum fundarland
  • Tænastukatalog, sum vísir neyvar møguleikar fyri fundum í Føroyum
  • Boðskriving, fyrireiking og framløga
  • Bjóða umboðum fyri ráðstevnuna á vitjan
  • Leitan eftir fundarstaði og vísa á møguleikar, sum hóska til ráðstevnuna
  • Geva tær vitan um professionellar ráðstevnufyriskiparar og onnur vinnuferðavinnufólk í Føroyum
  • Hvar gestirnir kunnu búgva og undanbóking av hotelkømrum
  • Ráðgeving um túrar og sosiala skrá
  • Viðkomandi kunning til luttakarar við korti yvir Føroyar og Havnina
  • Bjóða vælkomin í Vága Floghavn ella á hotelli við badge, skrá og kunningartilfari, tá ráðstevnan er størri enn 100 luttakandi
  • Infocorner á staðnum, tá ráðstevnan er størri enn 100 luttakandi
  • Lanyards úr ull framleidd á Verkstaðnum Vón
  • Drekkidunkar

Allar tænastur frá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn eru ókeypis.

ANNAÐ