Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Fyrilestrarøð: Burðardygg matgerð í ferðavinnuni

Ferðavinnan er ein drívmegi handan nýhugsan og menning innan mat og lokala framleiðslu. Soleiðis slóðar ferðavinnan fyri menningini av fleiri lokalum og harvið meiri burðardyggum loysnum innan matframleiðslu og -nýtslu. Hesi seinastu árini er tað eyðsæð, at tað er vaksandi matstovuvinnan, sum í stóran mun hevur staðið fyri nýhugsan av siðbundnum føroyskum mati eins væl og soleiðis eisini stuðla uppundir spírandi grønmetisframleiðsluna og øðrum landbúnaðarvørum í Føroyum.

Vit eru komin væl áleiðis, men vit eru somuleiðis sannførd um, at menningarmøguleikarnir eru nógv størri enn tað, vit síggja í dag.

Tí fer Visit Faroe Islands í samstarvi við Visit Tórshavn at taka væleydnaða táttin uppaftur frá í fjør við eini fyrilestrarøð í vetur, har vit seta sjóneykuna á ávíst evni. Í fjør var evnið “talgild førleikamenning” og í vetur fer fyrilestrarøðin at snúgva seg um burðardygga matgerð í ferðavinnuni.

Endamálið er at stimbra og kveikja vinnuna og nýggjar veitarar til ein burðardyggan hugburð til matgerð við føroyskum dygdarvørum.

Fyrsti fyrilesturin verður 25. november kl. 13:00. Evnið verður “Burðardygd og matoyðsl”.

Onnur evnið, ið verða tikin upp seinni, eru: staðbundnar matvørur, matmentan, matgerð og góða søgan v.m. Fyrilestrarnir eru ókeypis og verða kunngjørdir so hvørt á heimasíðuni hjá Vist Faroe Islands. Sum partur av fyrilestrarøðini bjóðar Visit Faroe Islands eisini longri og styttri skeið innan burðardygga matgerð bíliga til fólk í ferðavinnuni. Skeiðini eru skipaði í samstarvi við Mat & Moldmentunarháskúlan á Sandi.

Fyrsta skeiðið ‘Burðardygg matgerð og njótilsi – uttan matoyðsl!’ verður við Gutta Winther 15. – 19. november og kostar 1500 kr. ið er minni enn helvtin av vanliga kostnaðinum.