Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

“Closed for Maintenance” fyri føroyingar

Hóast korona hevur havt við sær, at flest øll tiltøk verða avlýst, serliga innan ferðavinnuna, heldur Visit Faroe Islands fast í ætlanini um at skipa fyri væl umtókta átakinum “Closed for Maintenance”, hesaferð fyri føroyingar burturav

Hevur tú hug at taka hond í arbeiði at halda gomlu bygdagøturnar? Hevur tú hug at royna nakað nýtt og spennandi? Og at hitta nýggj, frísk fólk? Kom so við á “Closed for Maintenance – Føroyar”.

Átakið “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism”, ið Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið, varð hildið á fyrsta sinni á várið 2019. Støðan við koronu hevur gjørt, at størra átakið, sum skuldi vera í vár, er útsett til í heyst.

Ístaðin fyri ongar arbeiðsdagar at hava í vár, skipar Visit Faroe Islands fyri einari minni útgávu í døgunum 23. – 24. apríl, kallað “Closed for Maintenance – Føroyar”, har bara føroyingar taka lut. Áleið 60 sjálvbodnir føroyingar fáa høvi at vera partur av arbeiðstoyminum.

Arbeiðsuppgávurnar fara í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, at endurreisa og umvæla varðar og at seta vegvísarar upp, so tað verður høgligari og tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Sostatt er átakið, saman við nýggju handbókini um gøtubygging, skeltum og aðrari kunning um gongd í haga, liður í arbeiðinum hjá Visit Faroe Islands at seta sjóneykuna á bygdagøturnar og týdningin at menna gøtukervið í okkara náttúru.

“Hetta er eitt gott høvi hjá føroyingum at taka eina hond í og vera við í arbeiðinum at varðveita okkara bygdagøtur, soleiðis at gongutúrarnir, sum vit føroyingar og útlendsk ferðafólk ganga, verða so tryggir og góðir sum gjørligt,” sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands. “Vit lærdu nógv av arbeiðsdøgunum seinast, og gleða okkum at seta gongd á arbeiði aftur saman við øðrum hugagóðum føroyingum í vár.”

Nógv verður gjørt burturúr at geva luttakarunum eina góða uppliving, ikki minst í Vági, har arbeitt verður við at betra um atkomumøguleikarnar til bygdagøtuna norðanfyri Vág, og at fríðka um viðarlundina. Magnus Pauli Vest, samskipari og leiðari á Kunningarstovuni í Vági, greiðir soleiðis frá:

“Tá ið arbeiðsdagurin er liðugur, sleppa luttakararnir at uppliva hvat Vágur hevur at bjóða. Pálshøll bjóðar teimum vælkomnum, og møguleiki verður at slappa av í hitapottunum eftir ein langan arbeiðsdag. Vit skipa harafturat fyri kvøldsetu við tónleiki umborð á sluppuni Johannu, sum eisini verður gistingarstað hjá luttakarunum.”

Arbeiðsdagarnir enda við einari veitslu, har øll, ið taka lut, fáa høvi at samlast og hugna sær saman.

Nærri lýsing av teimum seks verkætlanunum í apríl sæst her. Tey fyrstu 60, ið melda til, sleppa uppí part. Kostnaðurin er kr. 200,- fyri hvønn. Gisting og matur er við í kostnaðinum.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er 1. apríl 2021.

Ein stuttur filmur um arbeiðsdagarnir í 2019 sæst her.

Fylg við átakinum á Facebook síðuni Closed for Maintenance – Føroyar.