Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Bygdagøtur.fo ger tað lættari og tryggari at ganga eftir bygdagøtum

Skal gongutúrurin vera langur ella stuttur? Skulu børnini við? Skal túrurin vera lættur ella avbjóðandi? Ein nýggj heimasíða, ið kallast bygdagøtur.fo, kann hjálpa at fyrireika gongutúrin eftir bygdagøtum.

Visit Faroe Islands hevur tikið stig til nýggju síðuna, ið hevur til endamáls at geva føroyingum og útlendskum ferðafólkum eitt gott amboð at finna góðar gongutúrar í vøkru føroysku náttúruni.

Á heimasíðuni ber til at finna ein hóskandi túr kring alt landið. Síðan ger tað lætt at finna ein túr, ið hóskar væl til einhvønn tørv við greiðari kunning um torleikastig, longd, lendið og annað. Eisini er kunning og myndatilfar, ið vísa, hvar ráðiligt er at seta bilin frá sær og hvussu ein finnur leiðina út um bøgarðarnar.

“Síðan er eitt amboð hjá okkum at skipa ferðavinnuna í Føroyum betri,” sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands. “Vit hava dagliga tørv á einum amboði til at vísa ferðafólki á, hvar tey trygt kunnu ganga sær ein túr, antin sjálvi ella við ferðaleiðara. Hetta eru almennu farleiðirnar í okkara fjøllum, ið øll kunnu nýta, og sum vit eiga at vera errin av at vísa fram.”

Bygdagøtur eru gomlu farleiðirnar millum bygdir, ið hava verið nýttar dagliga hjá ferðandi í hundraðtals ár, áðrenn vegir og tunlar vórðu asfalteraðar. Serligar søgur, hendingar og minni knýta seg at hesum farleiðum, ið eru virðismiklar at halda viðlíka.

“Bygdagøturnar hava á mangan hátt eina serstøðu,” sigur Jóhan Pauli. “Varðarnir eru reistir, og nú er tað okkara uppgáva at hjúkla um teir og vísa teir fram.”

Umframt at einstøku ruturnar verða lagdar út hvør sær, eru eisini aðrir gongutúrar at finna á síðuni, ið knýta fleiri bygdagøtur saman í eina longri farleið, antin frá einari bygd til aðra í somu oyggj, ella sum ein rundtúrur, har ein endar aftur sama stað sum ein byrjaði.

Allir túrar hava gpx-fílu, ið tú kanst taka niður á t.d. telefonina so tú hevur neyvu slóðina við tær á túrinum. Á henda hátt kanst tú tryggja tær, at tú altíð finnur røttu leiðina fram, eisini um t.d. mjørki kemur á teg.

Heimasíðan er liður í størri menningarætlani hjá Visit Faroe Islands, ið fór undir arbeiðið at uppmerkja og skráseta allar bygdagøturnar fyri tveimum árum síðani. Umframt nýggja talgilda pallin, ið er tøkur í føroyskari og enskari útgávu, verða gongutúraskelti gjørd til allar bygdagøturnar og serstakir prestar við einum varða-frámerki verða settir niður, har tørvur er at vísa, hvar rætta leiðin liggur.

“Vit eiga øll bygdagøturnar, og vit hava øll eina felags ábyrgd at varðveita tær,” sigur Jóhan Pauli. “Tí vilja vit fegin, at øll hjálpa okkum at gera kunningina enn betri. Um fólk hava viðmerkingar til innihaldið ella onkra góða søgu at fortelja, ið átti at verið løgd afturat, vilja vit fegin hoyra frá teimum.”

Til ber at senda tilfar um bygdagøturnar á t-post adressuna [email protected].

Bygdagøturnar eru at finna á www.bygdagøtur.fo ella á www.varðagøtur.fo. Seinni í ár verður enska síðan bygd inn í høvuðsíðuna hjá Visit Faroe Islands.