Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Skeltisverkætlan

Óynsktur atburður í náttúru og í bygdum øki er oftast grundaður á væntandi vitan. Tað er tí umráðandi, at kunnað verður um ynsktan atburð og at víst verður á hentleikar og upplivingar, sum til dømis gøtur, útsýnisstøð, søvn o.a.

Menningardeildin á Visit Faroe Islands metir tað vera neyðugt, at hugsa skelting innan ferðavinnuna í eini heild, og hevur tí átikið sær samskipandi og ráðgevandi leiklutin at menna felags skeltingarleist. Snið og kunnandi tilfar eigur at ganga aftur í skeltum, bóklingum, faldarum, heimasíðum, o.a.. Soleiðis gerst kunningin so greið og einsháttað sum til ber, og tann ferðandi kann lættliga kenna tilfarið aftur.

Góð skelting skal síggjast sum eitt umráðandi amboð at skapa álit fyri tann ferðandi, og sum møguleiki at leiða tey vitjandi hagar ynskiligt er fyri vertin. Hetta kann vera til ávís støð og/ella fyri at flyta streymin frá serliga sárbærum øki.

Boðskelti

Bygdaskelti

Skelta Føroyar / 2000-2014