Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Bygdaskelti

Ætlanin við bygdarskeltum er at vísa ferðandi á, hvar ymist er. Tað veri seg vesi, p-øki, handlar, kaffistovur, søvn, gongutúrar o.a. Bygdarskeltini eru yvirlit yvir bygdina.

Øll bygdarskeltini fáa sama eyðkenda snið og kunna í stuttum.  

Skeltini vísa strikuteknað kort við hæddarkurvum. Ímyndirnar eru tær somu, ið Visit Faroe Islands hevur á heimasíðuni, tær eru einfaldar og greiðar. Skriftin er tíðarhóskandi og greið, og kunningin er stutt og neyv.

Visit Faroe Islands letur skeltini ókeypis. Kunningarstovur og kommunur eiga ábyrgdina av, at tey verða sett rætt upp.

 

Bílegging

1) Goym bíleggingarskjøl á telduni.

2) Fyll út bíleggingarskjøl bygd fyri bygd.

3) Legg kort av bygdini við og vís á, hvat ið skal á skeltið, og hvar plássini eru á kortinum. Gev gætur, at tey kunnu vera fleiri enn tey seks, ið frammanundan eru á bíleggingarskjalinum.

4) Savna bíleggingarskølini í ein teldupost og viðmerk “boðskelti + navn á stovni, ið bíleggur” og send til: alda(kurla)visitfaroeislands.com

 

Bygdarskeltini eru tey, ið ofta síggjast, tá ið tú kemur til eina bygd. Tey eru ofta í Eik rammum, og í hesar rammur verða nýggju skeltini sett. Støddin er 127x82cm.

Ætlanin er, at rammur í gamla sniðnum, ið longu eru settar upp við flestu bygdir í Føroyum, eisini verða til taks.

Bíleggingarskjal

Tak niður bíleggingarskalið til bygdaskelti

Les meira

Boðskelti

Gongutúraskelti

Skelting