Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Closed for Maintenance verkætlanir

Verkætlanirnar, sum eru partur av Closed for Maintenance átakinum í vár (23. og 24. apríl 2021), eru valdar av kommunum og kunningarstovum kring landið.

Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, sum ger tað tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Í sambandi við, at fokus í ár er sett á at menna bygdagøtur, at bóklingur um gøtubygging er givin út, og at nýggj heimasíða við bygdagøtum verður almannakunngjørd, verður dentur lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar í stóran mun stuðla undir hesum arbeiðinum.

Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.

Les meira um verkætlanirnar niðanfyri.

 

Vestmanna

Varðagøturnar til Saksunar og Hvalvíkar, skulu gjøgnumgangast og varðar lagast uppaftur, har tað er neyðugt. Um langt er í millum varðarnar skulu pelar skulu setast niður. Skelti skal setast niður har gøtan ferð í tvey, til Saksun og Hvalvík. Eisini skal kunnandi gongutúraskelti setast niður upp við Bjarnadal, beint við vegin.

 

Vágur

Okur fara at gera atkomumøguleikarnar til varða/bygdagøtuna norðanfyri Vág betri og fríðka um viðarlundina. Hettar inniber at leingja gøtuna við at seta steyrar niður, soleiðis at leiðing gerst meira týðilig. Eisini skal portur millum viðarlundina og hagan omanfyri gerast, og benkur, borð og bálstað skulu gerast.

“Tá ið arbeiðsdagurin er liðugur, sleppa luttakararnir at uppliva hvat Vágur hevur at bjóða.” – Magnus Pauli West, leiðari á Visit Suðuroy (Vágur)

Tá ið arbeiðsdagurin er liðugur, sleppa luttakararnir at uppliva hvat Vágur hevur at bjóða. Tykor sleppa ein túr í Pálshøll, har møguleiki verður at slappa av í hitapottunum eftir ein langan arbeiðsdag. Skipað verður hartil fyri kvøldsetu við tónleiki umborð á sluppuni Johannu, sum eisini verður gistingarstað hjá luttakarunum.

 

Mykines

Í Mykinesi fara vit at umvæla serliga tiltrongd støð á gøtuni niðan úr bygdini móti minnisvarðanum. Her eru støð ið eru nógv slitin, serliga beint við bygdina, í brekkuni og ovast beint áðrenn grótgarðin, har tað lættliga verður runudíki. Óhapp hava longu verið her, og nú eru fólk byrjað at ganga rundan um gøtuna heldur enn á henni. Vit fara í samstarv við fakfólk at gera gøtuna tryggari, har trin e.l. byggjast í úrvaldum støðum, har tað annars gerst sera hált tá tað er vátt í veðrinum.

Eisini fara vit at umvæla partar av gøtuni út í Kumlar, eitt vakurt útsýnisstað í Mykinesi har bæði kikari og bonkur er. Her eisini eru avbjóðingar við at tað ofta ikki er gangandi, tí gøtan verður hál. Somuleiðis er ætlanin at merkja gøtuna við prestum, so fólk vita hvar gøtan er, og halda seg á henni. Gongutúraskelti verður eisini sett upp.

Tey bæði Oda W. Andreasen og Jákup í Løðu fara at geva tykkum eina Mykinesuppliving ið er øðrvísi enn tann vanliga. Við Odu kunnu tit ganga túr í haganum hósdagin. Oda gongur oftast túrar til støð ið ikki eru nógv vitjaði, og hon fer at vísa tykkum at Mykines kann vera annað enn væl kendi túrurin út í hólma. Fríggjakvøldið aftaná arbeiðsdagin kunnu tit fara ein bygdatúr við Jákupi í Løðu, hann veit nógv um Mykinesbygd, kennir staðarnøvn og søgur, og kann fortelja tykkum meir um bygdina og lívið í Mykinesi. Felags døgurði verður í kommunuhúsinum í Mykinesi hvørt kvøld, har nøkur av tykkum eisini gista.

 

Nólsoy

Bygdagøtan út á Borðina skal betrast og haldast í uppruna dámi. M.a. skulu rennur gerast á gøtuni, grót ruddast burtur og varðar hampast. Møgulig nýggir steyrar setast, har varðar mangla.

Gist verður umborð á Norðlýsinum.

 

Kambsdalur

Verkætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu snýr seg um at endurreisa varðarnar á elligomlu varðagøtuni úr Fuglafirði til Skálabotn. Tó eru bara tveir arbeiðsdagar, so í fyrstu atløgu verður arbeitt uppá gøtuna frá Kambi niðan á Trælavatn. Partur av gøtuni sæst í lendinum uml. miðskeiðis, men í fyrsta partinum er eingin varði at hóma.

Tey, sum eru við í hesari verkætlan, hava møguleika fyri at búgva í einum hugnaligum B&B staðið við fýra dupultkømurum, einari hugnaligari loftstovu, felagskøki og vesi. Morgunmaturin leygardagin verður borðreiddur hjá vertsfamiljuni niðriundir, og húsini liggja tætt við arbeiðsstaðin.

Vit hittast í Ribarhúsi til felagsmorgunmat og kunning fríggjamorgunin. Arbeiðsdagarnar fáa vit mat frá m.a. Restaurant Muntra og Pitsa 530. Eisini vitja vit Noðastovu at fáa kaffi og ís, og Fjord at fáa kaffi og gómagóða sjokolátu. Fríggjakvøldið eta vit saman í hugnaligu, gomlu Høvdahúsunum í miðstaðarlundini í Fuglafirði, og síðani er føroyskt filmskvøld í Mentanarhúsinum, har vit fáa høvi at síggja tríggjar føroyskar stuttfilmir.

Er veðrið til vildar og tíðin til taks, fara vit eisini ein túr oman á Varmakeldu at fáa okkum ein sopa úr heilsugevandi kelduni, sum sigst eisini at vera góð fyri kærleikan <3

 

Tórshavn

Bygdagøtan til Kirkjubøar skal betrast og haldast í uppruna dámi. M.a. skulu rennur gerast á gøtuni, grót ruddast burtur og varðar hampast. Møgulig nýggj skelti setast upp við gøtubyrjan og steyrar setast, har varðar mangla.

Heimablídni hjá Onnu og Óla verður partur av hugnanum.

Les meira

Closed for Maintenance – Tilmelding