Stuðul
Partur av NATA samstarvinum fevnir um eina stuðulsjáttan. Stuðul verður latin tvær ferðir um árið, vanliga í byrjanini av árinum og um heystið. Lýst verður í bløðum og á heimasíðum. Stuðulin er býttur upp í tvey øki:
Stuðul til ferðavinnuverkætlanir
Øll við áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir innan hesi øki:
- Marknaðarføring
- Nýskapan og vørumenning
- Kunningarferðir millum ferðavinnuvirki
- Góðsku- og umhvørvismenning innan ferðavinnu
Stuðul til kunningar- og námsferðir
Hesi kunnu søkja um stuðul til kunningar- og námsferðir til Íslands og Grønlands:
- Skúlaflokkar
- Ítróttarfeløg
- Tónleikabólkar
- Onnur mentanarsamstørv
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu verða á enskum ella donskum. Sí tíðindi um NATA stuðul, har umsóknarblað og treytir annars finnast, her.