Atgongd til náttúru í øðrum londum
Her sæst eitt yvirlit yvir, hvussu okkara grannalond og onnur lond kring heimin hava skipað síni viðurskifti, tá talan er um atgongd til náttúru. Í stuttum kann sigast, at einki land tekur gjald fyri at ganga í náttúru, uttan so, at talan er um tjóðargarðar.
Kanningararbeiðið er gjørt í 2019. Listin er framleiddur við fyrivarni fyri, at vit ikki hava fingið kunning frá øllum londum í heiminum.
Norðurlond/oyggjasamfeløg í grannalondum
Áland | Eingi gjøld á atkomu |
Bornholm | Eingi gjøld á atkomu |
Danmark | Eingi gjøld á atkomu |
Finnland | Eingi gjøld á atkomu |
Grønland | Eingi gjøld á atkomu |
Ísland | Eingi gjøld á atkomu |
Noreg | Eingi gjøld á atkomu |
Hetland | Eingi gjøld á atkomu |
Svøríki | Eingi gjøld á atkomu |
Evropa
Frakland | Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum |
Italia | Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar |
Írland | Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum |
Ongland | Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum |
Póland | Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar |
Skotland | Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum |
Slovakia | Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum |
Spania | Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar |
Sveis | Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum |
Týskland | Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum |
Wales | Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum |
Onnur lond
Kanada | Gjøld fyri atkomu til tjóðargarðar |
Galapagos | Einans atkomuligt við góðkendum ferðaleiðara í fleiri førum (95% tjóðargarð) |
Palau | Gjøld fyri atkomu til merkisstøð/oyggj |
USA | Gjøld fyri atkomu til tjóðargarðar |