Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Faldarar

Niðanfyri sæst yvirlit yvir kunningarfaldarar, ið Visit Faroe Islands býta út.

Tað ber til hjá kunningarstovum, kommunum, fyritøkum sum t.d. handlum, leigubilum, gistingarstøðum og øllum teimum ið koma í samband við ferðafólk í Føroyum, at umbiðja faldarar.

Samstarv og felagsleið er tað einasta rætta fyri eitt lítið ferðamál, sum heimurin hevur fingið eyga á. Samstarv í ferðavinnuni skal tryggja, at kunningin og leiðbeiningin kring landið er røtt og altíð tøk, og at vit hjálpa hvør øðrum og gestum okkara á bestan hátt bæði úti í fjøllunum, inni í býnum og á talgildu miðlunum. – Hornasteinur #2, Menningarætlanin fram ímóti 2025

 

 

1. ‘Faroe Islands Tourist Guide’ á donskum, enskum og týskum

Tourisguide’in, sum Sansir letur gera á hvørjum ári, kemur vanliga út til Vestnorden í september. Faldarin hevur alla praktiska kunning um Føroyar sum ferðamál.
Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

 

2. ‘Føroyakort’

Føroyakortið, sum Sansir eisini ger koma vanliga út um ársskiftið.

 

3. ‘Safe Travel’ á enskum

Safe travel faldarin er leiðbeining til hvussu ein ferðast trygt í Føroyum. Á baksíðuni er útfyllingarskjal til ferðafólk at fylla út áðrenn farið verður í hagan. Skjalið er gott at leggja eftir seg har sum tey búgva ella  í rútin á bilinum. Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

 

4. ‘Welcome’ skjal við ‘Guidelines’ á enskum

Skjalið hóskar seg sera væl sum vælkoma í ávikavist leigubilum, leigu íbúðum, hotell kømurum o.a. Hetta er ein styttri útgáva av áður nevnda ‘Safe travel’ faldaranum.

 

5. ‘Hiking in the Faroe Islands’ á enskum og donskum

Gongu faldarin er faldari við uppskotum til gongutúrar kring alt Føroyar. Her finnur ein kunning um torleikastøði, longd og atlit ein eigur at taka á túrinum.
Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

With shaddow PDF frontpage image

 

6. ‘Birds of the Faroe Islands’ á enskum og donskum

Í 2014 útkom fuglafaldari til tey ið eru serliga áhugað í fuglum í Føroyum. Her fæst kunning um teir mest vanligu eins og serstøkum fuglum í Føroyum.
Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

With shaddow PDF frontpage image

 

Fleiri faldarir, sum áður eru gjørdir, eru ikki longur tøkir í pappírsútgávu. Nakrir av hesum faldarum kunnu tó takast niður sum pdf frá heimasíðuni.

 

Fyrispurningar um pappírsútgávur av faldarum kunnu sendast til [email protected] ella við at seta seg í samband við okkum á telefon +298 666555.

Gott er at fáa boð um stórar mongdir til t.d. messur og líknandi í góðari tíð.

Les meira

Kunningarskíggjar

Trygdarfaldari til ferðafólk

Kunning til ferðafólk