Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Unordinary Meetings

Flestu limirnir í netverkinum í vinnuferðavinnu hava tikið skeið í fundarsniðnum ‘Unordinary Meetings’. Hetta inniber:

Virknir luttakarar

Við at involvera luttakararnar fært tú teir at vera virknar undir fundinum. Hetta verður gjørt fyri at fara burtur frá einvegis samskifti til bólkaarbeiði, “walks&talks”, tíð til umhugsunar, minifundir, osfr. Úrslitið verður ein størri innlæring og fólk fáa meiri burturúr og kunnu brúka læringina meiri langsiktað.

Hugsa ábyrgdarfult

At hava ein ábyrgdarfullan hugsunarhátt vera ein náttúrligur partur av fundinum. Tað er gott bæði fyri umhvørvið, fyri luttakarar og fyri pengapungin. Sokallað “Brain food” og rørsla er neyðugt til fundirnar. Sama er galdandi fyri burðardygd. Ein ábyrgdarfullur hugsunarháttur er sera positivur og gevur eisini fundinum nógva orku.

Kreativt set-up

At brúka fysisku karmarnir upp á nýggjar mátar motiverar fundarluttakararnar. Arbeið við ymiskum innbúgvi, sum gera rúmið spælandi og tala til allar sansir, so sum luktir og tónleik. Fundarstaðurin kann eisini vera okkurt heilt annað enn eitt vanligt fundarhøli. Alt er gjørligt, um tað gevur orku og kreativitet.

Lokalur íblástur

Fundarluttakararnir fáa eina heilt unikka uppliving við at brúka lokalan íblástur til fundin, soleiðis at tey fara at minnast hetta bæði arbeiðsliga og privat. Upplivingin skal vísa, hví júst hetta staðið er valt til hendan fundin. Serliga hendan súlan er tann, har vit í Føroyum hava so ovurstórar møguleikar fyri at geva eitt heilt serligt íkast.

Á hesum støðum kanst tú nú fáa ‘Unordinary Meetings’ sum ein part av fundarpakkanum:

  • Norðurlandahúsið
  • Hotel Føroyar
  • Hotel Tórshavn
  • Hotel Hafnia
  • Hotel Brandan
  • Hotel Hilton
  • Gjáargarður
  • Greengate Incoming
  • 62n Incoming
  • Make Travel
  • Synergi

Annað

OSS/FAQ

Vit kunnu bjóða

Ambassadøramboð