Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Ambassadøramboð

Tá tú ert úti sum Ambassador of the Faroe Islands er gott, um tú ert fyrireikað/ur uppá at leggja fram um Føroyar. Kanska hevur tú longu eina framløgu klára, men um ikki, so eru her nøkur amboð, sum tú kanst nýta:

 

Tænastukatalog

Tænastukatalogið gevur eitt fjølbroytt úrval av Føroyum sum fundarlandi. Eisini er tað sera snøgt sett upp og gevur eina sera innbjóðandi mynd. Tað er sett upp í flash, so hetta mást tú hava á telduni, um tú skalt brúka tað optimalt. Um ikki, so ber til at downloada tað við at trýsta á pdf-ikonið á síðuni. Leinkjan til tænastukatalogið er her.

 

Myndir

Við hesi leinkju kemur tú inn í eitt myndakatalog, har tú frítt kanst taka myndir niður at brúka í framløgum ella øðrum tilfari um Føroyar. Fyri at taka myndir niður, so skalt tú hava eitt loyniorð. Ert tú ambassadør, so hevur tú atgongd til loynirorðið. Hevur tú tað ikki longu, send ein teldupost til [email protected]

 

Filmar

Visit Faroe Islands hevur framleitt nakrar filmar við okkara ambassadørum, sum vísa okkara serligu styrkir sum samfelag. Her eru link til filmarnar, har teir eisini kunnu takast niður.

Heilsa – Pál Weihe: https://vimeo.com/328402118

Ítróttur – Virgar Hvidbro: https://vimeo.com/352252581

Aling – Jóhanna Lava Køtlum: https://vimeo.com/371880717

Grøn orka – Terji Nielsen: https://vimeo.com/454374347

Talgilding – Nicolai Balle: https://vimeo.com/429205462

 

Her eru okkara brandingfilmar, sum eisini kunnu takast niður:

Summarfilmurin: https://vimeo.com/72309134

Vetrarfilmurin: https://vimeo.com/106994501

Teambuildingfilmurin: https://vimeo.com/113389360

 

Framløga

Hetta er ein generel framløga um Føroyar, sum er rættað móti fundum, soleiðis at td. verður víst, hvussu nógv kømur eru á okkara hotellum, osfr.

Tænastukatalog

Tænastukatalogið gevur eitt fjølbroytt úrval av Føroyum sum fundarlandi. Eisini er tað sera snøgt sett upp og gevur eina sera innbjóðandi mynd. Tað er sett upp í flash, so hetta mást tú hava á telduni, um tú skalt brúka tað optimalt. Um ikki, so ber til at downloada tað við at trýsta á pdf-ikonið á síðuni.

Annað

Ambassadørar

Ambassadørlistin

Hví Ambassadør?