Sign up for 2020 – Føroyingar

Closed for maintenance - úr Føroyum
  • Upplýsingar
  • Persónligar upplýsingar
  • Matur
  • Førleikar
  • Arbeiðsverkætlanirnar
  • Depositum

Upplýsingar

Flutningur

Sum sjálvboðin luttakari hevur tú sjálv/ur ábyrgd at møta á arbeiðsstaðnum. Í onkrum serligum førum verður flutningur boðin. Nærri kunning um hetta kemur frá samskiparanum á staðnum.

Gisting og matur

Máltíðir arbeiðsdagarnar verða latnar av verkætlanini.

Umframt máltíðir, ert tú boðin í endaveitslu í Tórshavn fríggjakvøldið 17. apríl.

Vit hava tíverri ikki møguleika at bjóða gisting til føroyingar. Tað er tí týdningarmikið, at tú velur eina arbeiðsverkætlan í einum staði, har tú hevur møguleika at gista. (Tú fært møguleikan at velja verkætlan longur frammi í skipanini).

Aldursmark

Tað er neyðugt at verða fyltur 18 ár áðrenn 15. apríl 2020 fyri at luttaka.

Luttøkugjald og Tilmeldingarfreist

Tilmeldingin er persónlig og bindandi.

Av skattligum orsøkum verður eitt luttøkugjald á kr. 100,- tikið.

Eitt depositum á kr. 500,- verður tikið fyri at tryggja luttøku.

Teir fyrstu 40 føroyingarnir, sum melda til og rinda kr. 500,- í depositum, verða partur av arbeiðstoyminum.

Av teimum kr. 500,-, sum verða goldnar í depositum, verða kr. 400,- endurrindaðar aftaná Maintenance vikuskiftið. (kr. 500,- í depositum minus kr. 100,- luttøkugjald). Peningurin verður einans endurrindaður, um tú tekur lut í arbeiðinum.

Seinasta freist at melda til er mánadagin 17. februar 2020.